Felags jólaborð (ÚTSELT)
Fyri fyrstu ferð bjóðar KG Hotel til felags jólaborðhald.
.jpg)
Kom við til eitt serstakt kvøld á nýggja KG, har vit savnast um mat, tónleik og gott veitslulag.
Vit byrja kvøldið í okkara Atrium, har tit verða boðin vælkomin við einum vælkomudrykki og brellbitum. Síðani verður farið í Sjósalin, har borðreitt verður til eitt hugnaligt jólaborðhald við spennandi matskrá, drykkjum og undirhaldi frá royndum føroyskum tónleikarum, umframt felagssang.
Jonna Fritsdóttir og Kári Sólstein eru borðstjórar.
Dansur verður eftir borðhaldið.
Nær?
5. desember kl 19.00
Hetta er íroknað:
Vælkomudrykkur og brellbitar
Matskrá við 4 rættum
Drykkjuskrá
Kaffi, te og avec
Undirhald undir borðhaldinum
Dansur og tónleikur eftir borðhaldið
Prísur:
1565 kr fyri hvønn
1765 kr fyri hvønn (við trimum drykkjuseðlum til barrina)
Gisting:
Í samband við jólaborðhaldi bjóða vit gisting fyri serprís.
Gisting í dupultkamari við morgunmati: úr 1100 kr fyri tvey fólk
Gisting í einakamari við morgunmati: úr 900 kr fyri eitt fólk
Treytir:
Avroknað verður við bílegging
Bíleggingar kunnu ikki flytast til annað tíðarskeið
Vit veita fult endurgjald, um boðað verður frá avlýsing í seinasta lagi 14 dagar áðrenn borðhaldið
Eftir hetta er bíleggingin bindandi, men navnabroyting kann gerast uttan eyka kostnað
Avlýsing ella navnabroyting skal sendast til kg@kghotel.fo