Dýrd

Ein sissandi vælveruuppliving við gisting, morgunmati, atgongd til dampbað og sauna umframt eina vælveruviðgerð á 30 min.

Dýrd

Ein sissandi vælveruuppliving við íblástri úr mjúku rørslunum í sjónum. Dýrd fevnir um gisting, atgongd til dampbað og sauna, umframt eina avslappandi vælveruviðgerð, ið endurnýggjar javnvágina í kroppinum og gevur nýggja orku.

Hetta er íroknað:

  • Gisting eina nátt
  • Morgunmatur
  • Atgongd til dampbað, sauna og fótabað
  • Vælveruviðgerð á 30 min.

Kostnaður: úr 2.780 kr fyri tvey fólk
(prísurin er ymiskur alt eftir degi, árstíð og slag av kamari).

Treytir:

  • Avroknað verður við bílegging
  • Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 1 dag áðrenn komudagin, verður full upphædd endurrindað.
  • Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
  • Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til kg@kghotel.fo