Stilni
Pakki við gisting, morgunmati og atgongd til dampbað og sauna.
.png)
Við hesum pakkanum fáa tit gisting og atgongd til dampbað og sauna. Her eru karmar, sum geva tær møguleika at seta ferðina niður, endurnýggja orkuna og njóta eina friðsæla løtu burtur frá gerandisdegnum. Ein rólig og hugnalig uppliving, har vælvera og friður ganga hond í hond.
Hetta er íroknað:
- Gisting eina nátt
- Morgunmatur
- Atgongd til dampbað, sauna og fótabað
Kostnaður: úr 1.580 kr fyri tvey fólk
(prísurin er ymiskur alt eftir degi, árstíð og slag av kamari).
Treytir:
- Avroknað verður við bílegging
- Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 1 dag áðrenn komudagin, verður full upphædd endurrindað.
- Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
- Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til kg@kghotel.fo