Vetrarsólstøða við Hamferð á KG
Ársins stytsta og myrkasta dag hin 21. desember fer Hamferð á pallin í Sjósalinum á KG.

Hetta kvøldið verður hildið við tungum, sorgblíðum, ógvisligum, innarligum og stórslignum tónum frá altjóða viðurkenda bólkinum, har veturin verður heiðraður, áðrenn tað aftur gongur móti ljósari tíðum. Við klaksvíksvágni sum umhvørvi vekir Hamferð føroyskar sagnir til lívs um hav og ódn, lagnur og kærleika; millum annað í løgum frá síðstu útgávuni, 'Men Guðs hond er sterk', umframt øðrum vælkendum verkum úr bólksins longu søgu.
Í hesum sambandi hava vit sett nakrar pakkar saman, umframt at vit eisini selja atgongumerki til konsertina.
Pakki 1
■ Gisting
■ Morgunmatur
■ Atgongumerki til Hamferð konsert
■ 3 rætta matskrá á Sand
■ Atgongd til dampbað, sauna og fótabað
Kostnaður fyri tvey fólk úr: kr. 3670,-
Kostnaður fyri eitt fólk úr: 2170,-
Pakki 2
■ Gisting
■ Morgunmatur
■ Atgongumerki til Hamferð konsert
■ 3 rætta matskrá á Sand
Kostnaður fyri tvey fólk úr: 3180,-
Kostnaður fyri eitt fólk úr: 1840,-
Pakki 3
■ Gisting
■ Morgunmatur
■ Atgongumerki til Hamferð konsert
Kostnaður fyri tvey fólk úr: 1850,-
Kostnaður fyri eitt fólk úr: 1250,-
Atgongumerki til konsertina: 350 kr fyri hvønn
Hevur tú spurningar til pakkarnar, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á kg@kghotel.fo ella ringja 411700.
Treytir:
Avroknað verður við bílegging
Bíleggingin kann ikki flytast til annað tíðarskeið
Fult endurgjald verður veitt, um avlýsing verður fráboðað í seinasta lagi 14 dagar fyri komudagin
Eftir hetta er bíleggingin bindandi, men navnabroyting kann gerast uttan eyka kostna
Avlýsingar ella navnabroytingar skulu sendast til kg@kghotel.fo