Vinkutúrur
Njóti eina nátt við morgunmati, einari andlitsmasku frá Amazing Space og atgongd til dampbað, sauna og fótabað
.png)
Prátið um leyst og fast og njótið eina hugnaliga løtu burtur frá gerandisdegnum. Av og á er tað júst tað, sum skal til – ein dag saman við teimum, tú ert allarbest við.
Íroknað í hesum pakkanum:
- Gisting
- Morgunmatur
- Andlitsmaska frá Amazing Space
- Atgongd til dampbað, sauna og fótabað
Kostnaður: úr 2150 kr fyri tvey fólk
Treytir:
- Avroknað verður við bílegging
- Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 1 dag áðrenn komudagin, verður full upphædd endurrindað.
- Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
- Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til kg@kghotel.fo